Bíbliuskúlin hevur livað upp til væntanirnar

– Vit hava á lærusveinaskúlanum ein sera góðan felagsskap , ið bæði kann rúma langar og djúpar samtalur og eisini hugna og meira óseriøsar aktivitetir. Bíbliuskúlin hevur livað upp til væntanirnar, sigur Gudný Johannesen og Rakul E. Kjølbro


Í seks vikur hava Gudný Johannesen og Rakul E. Kjølbro úr Klaksvík verið á lærusveinaskúla í Poriya í Ísrael. Les meira um tað her.

Tær lata væl at skúlanum, og siga her frá nakað av tí, sum tær hava fingið burturúr.

Sigla á Genesaretvatninum.

Gudný Johannesen:

Mínar vónir til hendan bíbliuskúlan vóru rættiliga høgar, áðrenn eg kom, og eg kann bara siga, at hetta heilt avgjørt hevur livað upp til væntanirnar. Alt líka frá felagsskapi til undirvísing, útferðir, og gerandisdag er fantastiskt at uppliva, og royni eg at njóta hvørja løtu!

Vit fáa nýggjar undirvísarar úr Danmark niður til Ísraels hvørja viku, ið undirvísa í einum nýggjum og viðkomandi evni. Hetta ger, at vit allatíðina gleða okkum og eru spent til tað næsta, sum kemur.

Ísrael er eitt fantastiskt land við ríkari søgu, vakrari náttúru og fyrikomandi fólki. Mentanin skilir seg út grundað á religiøsa margfeldið í landinum, og er tað sera hugtakandi at síggja hvussu ymsu trúargreinarnar megna at rúma hvørjum øðrum, men kortini standa fast við sítt. Hóast vit fáa innlit í ísraelsku mentanina, kennist tað heimligt her í Danska Húsinum í Poriya. Alt fer fram á donskum, so onkursvegna eru vit ikki so langt heimanífrá. Undirvísingin er góð og greið, og byggir á Evangelisk Luthersku játtanarritini hjá donsku fólkakirkjuni.

Samanumtikið vil eg siga, at tað er trupult at finna nakað sum kundi verið betri. Hesin bíbliuskúlin í tí heilaga landinum er sum skaptur til tann, sum ynskir at sambinda undirvísingina við eina mentanarliga og geografiska fatan av Bíbliuni.

Vit hava longu havt so nógvar minniligar løtur her í Ísrael, og tað er trupult at velja júst eina sum hæddarpunktið. Men vit lesa í Gamla Testamenti um hvussu stóran týdning Guds Tempul hevði. Einans har, kundi fólkið – hóast tey ikki sluppu inn, nakrar fáar ferðir um árið, nærkast dýrd Guds.

Tað er vorðið stórt fyri mær, at vit ikki noyðast at fara til Ísraels fyri at koma fram fyri Gudi, men at vit gjøgnum Jesus kunnu standa rættvísgjørd fram fyri Gudi, tí Jesu blóð reinsar okkum. Tí kunnu vit kenna nærveru Guds, eisini í Føroyum.

Á útferð í Haifa. Har hittu tær føroysku Karen Elkjær Abrahamsen, ið arbeiðir sum volontørur fyri Ísraelsmissiónina á einum ellisheimi.

Rakul E. Kjølbro:

Um eg skal seta nøkur orð á, hvussu mær dámar at vera her niðri, havi eg einans góð orð at bera. Vit hava ein sera góðan felagsskap, ið bæði kann rúma langar og djúpar samtalur og eisini hugna og meira óseriøsar aktivitetir.

Tað hava verið nógvar góðar upplivingar inntil víðari, serliga í samband við útferðir og undirvísing. Ein uppliving, ið serliga hevur talað til mín, var tann fyrsta dagin, tá ið vit vóru í Jerusalem. Vit komu inn í tann Gamla Býin ígjøgnum Zionsportrið, og settu okkum á tað jødiska torgið. Vit lósu úr Zakarja 8, ið er eitt profeti um, at jødar skulu koma aftur til Jerusalem og fylla torgini, hóast tað á teirra døgum virkaði ómøguligt. Versini 4 og 5 ljóða soleiðis:

v4 So sigur Harri herliðanna: Enn skulu gamlir menn og gamlar konur sita á Jerúsalems torgum og hvør teirra hava stav í hendi fyri elli sakir. v5 Borgartorgini skulu vera full av dreingjum og gentum, ið har halda sær at gaman.
Zakarja 8,4-5

Vit sluppu so at uppliva sjónina, ið Zakarja fekk, fara fram í veruleikanum beint frammanfyri eygunum á okkum. Tí jødiska torgið á Zionsfjalli var fylt við hundraðtals skúlaflokkum, ið runnu runt og spældu, og vit sóu fleiri gomul fólk við stavum. Tað er stórt at hugsa, at fyri 100 árum síðani vóru torgini ikki fylt við jødum á sama hátt sum í dag, tí meginparturin av jødunum eru jú flutt til Ísrael tey seinastu 80 árini.

Hetta var fyri meg eitt tekin uppá Guds trúfesti; at hann ikki gloymir síni lyftir, at hann í heilt nýggjari tíð hevur útfylt eitt 2500 ára gamalt lyfti. Gud er veruliga tann sami miskunnsami og trúfasti Gud, ið hann ferð eftir ferð ígjøgnum Bíbliuna vísir at hann er. Hetta er bert ein lítil wow-uppliving av mongum, ið ein fær av at vitja so nógv áhugaverd støð og fáa undirvísing á støðunum.

Hetta var fyri meg eitt tekin uppá Guds trúfesti; at hann ikki gloymir síni lyftir, at hann í heilt nýggjari tíð hevur útfylt eitt 2500 ára gamalt lyfti.

Rakul E. Kjølbro og Gudný Johannesen á veg oman av Masada

Alt tað besta til tykkum har heima

Shalom! Gudny og Rakul

Gamla synagogan í Kapernaum

Onnur tíðindi