Summarbíbliuskeið í Ísrael

Kom við á bíbliuskeið, sum verður við Genesaretvatnið frá umleið 26. juni til 13. juli 2023

Tú kanst vænta ein fjølbroyttan og læruríkan túr í heilaga landinum, har tú eisini fært høvi, í góðum felagsskapi við føroyingar, at njóta sólina og hitan og vitja støðini, har Jesus virkaði, eitt nú Jerúsalem, Golgata, Oljufjallið, Getsemane, Nazaret, Kapernaum og fleiri onnur støð.
Vakna hvønn morgun og síggj vakra útsýnið yvir Genesaretvatnið og gleð teg til nýggjar upplivingar.
Vit vitja eisini í forkunnugum støðum sum í Silo, Sámáriu, Kesareu, Deyðahavið, Massada Timna, Eilat, Holocoustsavnið og aðrastaðni.

Poriya
Vit gista á dupultkømurum við aircondition í danska húsinum í sera vakra og friðarliga staðnum Poriya. Har er einastandandi vakurt útsýni yvir Genesaretvatnið. Sí her.
Vit hava húsið fyri okkum sjálv og saman syrgja vit fyri matgerð og reingerð.
Ferðast verður meginpartin av tíðini í Ísrael í persónbilum, men eisini í bussi við aircondition.
Tað er heitt í Ísrael hesa tíðina av árinum (30-40 hitastig), og mugu luttakararnir tí tola nógva hitan.

Stutt um skránna:
– Bíbliutímar verða hildnir dagliga.
– Vitjað verður á fleiri kendum bíbilskum støðum.
– Vit búgva stutt frá Tiberias, har møguleiki er at njóta sólina, svimja, fara til handils v.m.
– Teir seinastu dagarnar verða vit í Jerúsalem.

Ein vanligur dagur:
– Útferð
– Fríløta
– Bíbliutími
– Hugni
– Andakt

Evni á bíbliutímunum: Hebrearabrævið
Hebrearabrævið hevur ein heilt serligan leiklut í Bíbliuni við síni sterku boðan av Kristusi út frá Gamla testamenti. Við soleiðis at tulka fyriskipanir í gamla sáttmálanum í ljósinum frá evangeliinum er Hebrearabrævið kanska tað skriftið, sum sterkast bindur alla Bíbliuna saman til eina heild. Greiða endamálið er at vekja lesarans trúgv á Jesus Krist, hann sum er miðdepilin í bæði heimssøguni og Guds frelsusøgu og sum við at bøta fyri allar heimsins syndir legði ein nýggjan og livandi veg til Guds.
Tískil kann Hebrearabrævið eisini vera ein spennandi karmur um eina vitjan í heilaga landinum, har Jesus úr Nasaret sjálvur gekk Guds ørindi og virkaði millum samtíðarfólk sítt. Á bíbliutímunum gjøgnumganga vit týðandi partar av Hebrearabrævinum.

Undirvísari á bíbliuskeiðnum:
Øssur Kjølbro, prestur í føroysku fólkakirkjuni og dunaligur undirvísari.

Ossur Kjølbro

Fyriskipari:
Ísraelsmissiónin.

Ferðaleiðarar:
Marna Ellingsgaard Jensen & Frants Jensen.
Tey hava fleiri ferðir áður verið ferðaleiðara í Ísrael.

Kostnaður:
Ikki greitt enn.
(Tá ið bíbliuskeiðið var í 2019, var prísurin 18.300 krónur, íroknað flogferðaseðlar, øll atgongumerki, ferðing og uppihald í Ísrael, og flestu máltíðirnar).

Tilmelding
:
Frants Jensen, tel 296552 ella jensenfrants@gmail.com
Marna Ellingsgaard Jensen, tel 793401 ella marell@olivant.fo

Tekningarfreist:
15. mars 2023.  Depositum á 2.000 krónur má rindast í seinasta lagi 15. mars.
Plássið er avmarkað til 24 fólk.

Onnur tíðindi