7. – 13. februar 2012 vitjar messianski jødin Avi Snyder í Føroyum. Avi stendur á odda fyri arbeiðinum hjá ‘Jews for Jesus’ í Evropa
Avi er skemtingarsamur og lættur at lurta eftir, men hann hevur eisini ein greiðan boðskap um týdningin at bera gleðiboðskapin víðari til okkara næsta – og eisini til jødar.
Avi er amerikanskur jødi. Hann hevur búð fleiri ár í Ukreina, har hann starvaðist at bera jødum gleðiboðskapin um Jesus. Seinni flutti hann til Týsklands, har hann hevur virkað millum teir mongu jødarnar, ið búgva har, at boða teimum evangeliið.
Nú er Avi júst fluttur til Ungarn, har tað eisini búgva nógvir jødar. Í Ungarn skal hann byggja upp arbeiðið hjá ‘Jews for Jesus’ at bera jødunum har gleðiboðskapin.
Ísraelsmissiónin fegnast, at tað hevur eydnast at fingið leiðaran fyri arbeiðið hjá ‘Jews for Jesus’ í Evropa til Føroya at boða Guds orð og at greiða frá støðuni hjá jødum í Evropa og aðrastaðni kring heimin.
Skrá er ikki løgd enn fyri vitjanina, men hon verður kunngjørd seinni. Fylg eisini við á heimasíðini www.israel.fo.