Leiðin hjá Ísraelsfólki úr Egyptalandi

Útferðin hjá ísraelsfólki úr Egyptalandi er ein sera týðandi hending í Bíbliuni. Men hvat sigur fornfrøðin um hetta. Tað viðger henda greinin, sum er eitt framhald av grein hjá Carsten Vang “Ísrael í Egyptalandi”.

Skrivað hevur Carsten Vang, lærari í Gamla Testamenti á Meinigheitsfakultetinum í Århus

Sambært Bíbliuni fylgja ísraelsfólk eini ávísari leið, tá ið teir fara úr Egyptalandi (4 Mós 33,3-8). Men brádliga kemur herur Egyptalands eftir teimum. Men Gud ger eitt stórt undur við Sevhavið (á donskum: Sivhavið) og leiðir fólk sítt turrskødd yvir um havið, meðan egyptiski herurin druknar í sama havinum (2 Mós 14-15).

Higartil hevur tað verið sera trupult at funnið júst ta leiðina, sum ísraelsfólk skal hava gingið, tí at ikki hevur verið gjørligt at staðfesta tey bíbilsku nøvnini. Bíbliuatlas hava teknað ymsar leiðir, og nógvir bíbliuútleggjarar rokna í dag útferðina úr Egyptalandi at vera reinur heilaspuni, tí har hava verið so fá beinleiðis prógv.

Hinvegin hava jarðfrøðis- og bíbliufornfrøðisligar kanningar av økinum síðstu árini kastað avgerandi nýtt ljós yvir tann vegin, jødafólkið kann hava gingið, tá ið tey fóru úr Egyptalandi.
Eysturmark Egyptalands
Millum Egyptalands og Sinaihálvoynna eru tríggir stórir sjógvar. Norðast eru Ballah-sjógvarnir, síðani Timsah-sjógvarnir, og longri suðuri teir sokallaðu Bitter-sjógvarnir. Suezveitin, sum varð liðugtgjørd í 1869, fer gjøgnum hesar sjógvarnar.
Jarðfrøðiskanningar, ið eru gjørdar í nýggjari tíð, vísa, at eysturmark Egyptalands, sá heilt øðrvísi út á tíð Mósesar í mun til í dag. Allir sjógvarnir fevndu um eitt væl størri øki enn nú, og tað landafasta økið var munandi minni. Serliga Suezveitin hevur turkað alt økið.

Í dag eru umleið 40 km frá norðurendanum av Ballah-sjógvunum til Miðalhavið. Millum ár 1000 og 2000 f.Kr. var sera lítið landaøki millum Ballah-sjógvarnar og Miðalhavsstrondina. Bara eitt smalt eiði skilti sjógvarnar frá havinum. Ein grein av Nilen (Pelusium greinin) fer út frá hesum eiðinum. Á hesum áarbakka lá vegurin millum Egyptalands og Kánansland.

Millum teir ymsu sjógvarnar høvdu egyptar grivið breiðar veitir, harav tær elstu ganga heilt aftur til tíð Jósefs. Á Mósesar døgum var eysturmark Egyptalands ein keta av sjógvum knýttir at hvør øðrum við veitum. Framvið veitunum, og ikki minst við markið, vóru sterkir verjuskansar, so egyptar kundu hava eftirlit við, hvør ið kom inn í landið og fyri at tryggja, at eingin trælur flýddi út í Sinaioyðimørk.

Horusvegurin
Tann týdningarmesti vegurin millum Niláarósan og býirnar í Kánaan var tann sokallaði Horusvegurin. Hann byrjaði við tann stóra býin Pi-Ramses (tað bíbilska Ramses) í landnyðringshorninum av Niláarósanum, fylgdi tí smala landøkinum norðanfyri Ballah—sjógvarnar, helt áfram suðureftir og eystur um pollin og fór síðan fram við Miðalhavsstrondini til Gaza. Hetta er týdningarmesti handilsvegurin millum Egyptaland og Miðeystur. Tað var eisini tann leiðin, sum fáraoarnir fylgdu, tá ið teir fóru krígsferðir til Kánaans millum ár 1500 og 1200 f.Kr.
Framvið øllum Horusvegnum til Raphia (núverandi mark millum Egyptaland og Ísrael!) høvdu egyptar 23 sterkar verjiskansar, hvør av teimum við brunnum og eini hermannastøð til at tryggja, at eingir fíggindar skuldu koma eystanífrá. Fleiri av hesum skansum eru nú funnir, og fleiri eru útgrivnir. Serliga Tjarnu (tel Hebua I), sum lá á sjálvum nesinum og ansaði eftir inngongdini til Horusvegin (sí kort), var sera stórur verjubýur. Horusvegurin verður í Bíbliuni kallaður fyri “vegurin til Filistalands” (2 Mós 13,17). Sjálvt um hetta var skjótasti vegur til Kánaans, vildi Gud ikki leiða Ísrael eftir tí vegnum, tí Ísrael vildi møta stóra hernaðarligari mótstøðu á hesum vegnum.
Tey nýggjastu fornfrøðisligu fundini hava staðfest trupulleikarnar við at nýta “vegin til Filistalands”.Ramses
Ísraellittarnir fara úr Ramses (2 Mós 12,37; 4 Mós 33,3.5). Tað er ikki longur ivi um, at tann bíbilski býurin Ramses hevur ligið í Qantir/tel el Dab’a. Býurin mentist sera nógv umleið ár 1600 f.Kr. og vaks enn meir undir tí 18. kongsættini, sum kom til valdið umleið ár 1550.
Um bíbilska dagfestingin er røtt, fór ísraelsfólk út úr Egyptalandi umleið ár 1450 f.Kr. Býurin fekk tó ikki navnið Ramses fyrr enn 200 ár seinni.
Sukkot
Fyrsti steðgurin var í Sukkot (2 Mós 12,37). Navnið merkir “smáttur” og svaraði til tað egyptiska navnið Tjeku. Tjeku lá í wadi Tumilat, í ein útsynning av Ramses. Hesin wadi bant Niláarósan við Timsah-sjógvin longri eysturi. Staðið Tjeku er allarhelst tell el-Maskhuta.

Tá ið ísraelar byrjaðu at fara móti Sukkot, merkir tað, at teir eru farnir beinleiðis í ein landsynning gjøgnum oyðimørkina til wadi Tumilat fyri at fara út móti Timsah-sjónum. Teir fóru sostatt ikki Horusvegin í ein landnyrðing. Hinvegin vildu teir úr Egyptalandi so skjótt sum gjørligt og flýddu gjøgnum oyðimørkina fyri at koma til eystaru útgongdina av Niláarósanum gjøgnum wadi Tumilat.

Etam

Aftaná Sukkot “settu teir sínar búðir í Etam við útjaðaran á oyðimørkini” (2 Mós 13,20). Hvar Etam hevur verið, vita vit ikki. Helst hevur tað verið í eystara enda av wadi Tumilat, ikki langt frá Timsah-sjónum.

Tey vendu um
Tann einfaldasti vegurin út úr Egyptalandi hevði verið at farið norður um Timsah-sjógvin og hildið eystureftir. Ein breið veit millum Timsah og Ballah-sjógvarnar gjørdi tað tó trupult at fara tann vegin.

Tað er hugkveikjandi, at Gud sigur við Móses, at ísraelittarnir skulu “snúgvast um” (2 Mós 14,2; 4 Mós 33,7). Hetta má merkja, at ísraelittar ikki bara rættaðu kósina, so hon fór longur suðureftir, men at tey fóru øvutan veg í mun til tað, tey vóru komin. Tað vil siga, at tey fóru norðureftir móti Ballah-sjónum.

Tað er áhugavert, at ein heryvirmaður 250 ár seinni fer eftir tveimum trælum, sum eru flýddir úr Ramses. Í síni frágreiðing skrivar hann, hvussu hann fór eftir trælunum frá Ramses til Tjeku (Sukkot) og síðani víðari eystureftir, til hann fekk boð um, at teir vóru vendir við og vóru flýddir norðureftir gjøgnum oyðimørkina. Teir flýddu trælirnir fóru sostatt sama veg, sum ísralittar áður vóru farnir.

Pi-Hákirot
Ísraelittar fingu boð um at seta tjøldini við Pi-Hákirot (2 Mós 14,2.9).
Orðið kann merkja “áarósin við veitina”, og kann sipa til tað staðið, har ein veit ella ein á hevur runnið út í eitt størri vatnøki. Av hesum kunnu fleiri støð við Ballah-sjógvarnar koma á talu. Navnið kann eisini sipa til munnan á Nilánni á smala eiðinum.
Tað ósamsvarandi er, at 2. Mósebók 14,2 og 9 nevna trý onnur støð, sum vóru í eygsjón av Pi-Hákirot. Teir skuldu seta búðir sínar “millum Migdols og havsins áraka Báal-Zefon”. Einki annað stað á vegnum til Kánaan hevur eina so neyva lýsing, sum tað staðið, har ísraelittarnir steðgaðu, áðrenn teir fóru yvir um Sevhavið. Rithøvundurin sær út til hava havt eitt heilt serligt stað í huganum, sum var týðandi at kenna fyri at skilja gongdina víðari.

Einki av hesum trimum støðunum kunnu staðfestast við okkara núverandi vitan. Ein egyptiskur tekstur frá 1250 f.Kr. umtalar tó trý av hesum fýra nøvnunum í samanhangi við landsynningsmarkið hjá Egyptalandi, nevnliga Sevhavið, “Báals vøtn” og Pi-Hákirot. Tað er nógv, ið peikar á eitt stað vestanfyri Ballah-sjógvarnar.

Sevhavið

“Havið” í 14,2 kann vísa til Miðalhavið, sum lá norðanfyri Ballah-sjógvarnar. Aðrastaðni í kapittul 14 er “havið” tó ein styttting fyri “Sevhavið”, sum ísraelsfólk ganga turrskødd yvirum. Í 10,19 stendur, at ein sterkur vestanvindur tók ongspretturnar og floymdi teimum út í Sevhavið. Ballah-sjógvarnir liggja beint eystanfyri býin Ramses.

Eldri bíbliuumsetingar (eisini tær føroysku) kalla tað havið, sum ísralittar fóru yvirum, fyri Reyðahavið, men hebraiska orðið jam sûf merkir orðarætt “siv-havið”. Egyptar høvdu eitt líknandi navn, og tað sær út til at vera brúkt um tað tá stóra vatnøkið, sum í dag verður kallað Ballah-sjógvarnir.

Migdol
Egyptiskar keldur frá tíðini eftir útferðini úr Egyptalandi nevna eitt Migdol (“skansi”) sum byrjanin á Horusvegnum, beint eftir Tjaruskansan.
James Hoffmeier, sum sjálvur grevur út ein skansa millum Tjaru og Migdol (nevniliga el-Borg), heldur, at eitt stað eystanfyri Tjarnu og sunnanfyri tað gomlu lagununa, nevnd T-78, kundi vera tað bíbilska Migdol. Tað er tó ikki vorðið grivið út enn.
Báal-Zefon er kanska tel Defenneh, sum liggur beint vestanfyri Ballah-sjógvarnar, men sum heldur ikki eru grivnir út enn.

Egyptiskar keldur frá 1450-1200 f.Kr. nevna sostatt bæði eitt Migdal og Sivhavið í samband við Horusvegin og Ballah-sjógvrnar, í sama øki sum 2. Mósebók 14,2 sær út til at skriva.

Undrið

Tað er ikki løgið, at ísraelsfólk gjørdist ræðslusligin, tá ið tey sóu herin hjá Fárao koma móti teimum (2 Mós 14,10).
Framman fyri sær høvdu tey Ballah-sjógvarnar, á vinstru síðu var tann stóri Tjarnuskansin á smala eiðinum. Tann vegurin var stongdur. Aftanfyri var Miðalhavið, og í ein útsynning sóu tey Báal-Zefon. Og sunnanífrá kom herurin hjá Fárao við øgiligari ferð. Tá ið Gud á undrunarverdan hátt opnaði ein veg gjøgnum vatnið í Sevhavinum, upplivdu Ísrael eina nógv størri bjarging enn páskanátt nakrar vikur áðrenn. Ísrael upplivdi Guds stóra, sterka og útrætta arm, sum Móses sigur tað í 5. Mósebók 11,3-4.
Niðurstøða
Gjøgnum tey nýggjastu fornfrøðisligu fundini hava vit fingið eina greiðari mynd av leiðini, sum ísraelsfólk gingu úr Egyptalandi. Og eisini av staðnum “undurið við havinum”. Sjálvt um nógvir spurningar framvegis eru ósvaraðir, byrjar tann bíbilska frágreiðingin um leiðina at geva meining.

Frágreiðingin um veg Ísraels út úr Egyptalandi er ikki reinur heilaspuni, men júst í tí søguliga og landafrøðiliga staðnum, sum hon skrivar um.fj týddi

Onnur tíðindi