Hvat var tað, sum hendi við tí týsku kirkjuni, tá hon rundan um seinra heimsbardaga tók undir við Hitleri í miðvísari atsókn móti jødunum og øðrum minnilutum? Forfylging, kúgan og týning.
Hvat var tað, ið fekk kirkjurnar í Suðurafrika ella Amerika at nokta littum fólki atgongd?
Tað er lættari at umrøða mál, ið eru langt burturi. Møguliga er ein farri av somu hugsan, tá vit umrøða viðkvom mál, etniskan uppruna og húðalit? Megna vit at lýsa støðuna í Miðeystri bæði frá jødiskum og arabiskum sjónarhorni?
Las nýliga áhugaverda bók, ið greiddi frá, hví nøkur menniskju valdu at bjarga jødunum frá Holocaust. Bókin lýsti fólk, sum høvdu eina sterka trúgv og ein sterkan vilja. Tey settu lívið í váða til tess at bjarga lív. Hetjur, hvørs verk og avrik komu undan kavi eftir seinra heimsbardaga.
Áðrenn tað jaliga, nevna vit eitt dømi um kirkjuligan ræðuleika. Kristnin hevur nógv á síni samvitsku. Tað er og var ikki alt gott, ið vit siga og gera, ið vit søgdu og gjørdu.
Laszalo Ravasz, ið var biskupur í tí Reformertu Kirkjuni í Ungarn, var ikki mildur móti jødunum. Hvørja viku prædikaði hann í útvarpinum, og hvørja ferð fingu jødarnir nøkur høgg, t.d. at teir krossfestu Jesus og vrakaðu hann sum Mesias. Júst henda prædikan fekk neiligu orðini at rulla og hatri at vaksa millum manna.
“Harafturat segði biskupurin, at jødarnir vóru fremmandir í tí ungarnska samfelagnum, og at teir høvdu ein alt ov stóran almennan leiklut bæði fíggjarliga og vinnuliga í mun til fólkatalið.” 1)
Men ikki øll funnu frægd í hesum. Tað vóru tey, ið talaðu søk teirra forfylgdu, hjálptu neyðstøddum og bjargaðu mannalív.
Hesar hetjurnar, sum arbeiddu í tí dulda, hvíldu í trúnni á Jesus. Tey vóru myndað av læru hansara, at øll menniskju hava sama virði uttan mun til etniskan uppruna, útsjónd ella førleikar. Sigast skal, at eisini onnur enn kristin talaðu søk teirra forfylgdu.
Trúgvin á Jesus og hansara boðan. Tað dupulta kærleiksboðið. Atlit at støðuni hjá øðrum. Ikki einans at sæta sær sjálvum.
“Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum!” Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. Men eitt annað er enn, ið er hesum líkt : “Tú skal elska næsta tín sum sjálvan teg.”” (Matteus 22,37-39)
Bertha Bracey Obe var ein kvinna úr Birmingham. Sum ung kom hon til Týsklands og var eygnavitni til tað hatska rákið, ið rakti minnilutarnar. Hon fór til verka og tænti teim forfylgdu í tíðini rundan um seinra heimsbardaga. Serliga børnini vóru hennara hjartamál, at flyta jødisk børn og børn hjá øðrum minnilutum frá meginlandinum til Onglands.
Hennara barlast var viðførið frá uppaling og barnaárum. Andaliga vóru tey kvekara, og teirra aðalmál er kærleikin til Guds og medmenniskjað.
Vit hava torført at ímynda okkum Holocaust. Tað borgarliga lívið var skert, og ein gulur sirkul á svartari bakgrund segði frá, at hetta var ein jødiskur handil. Tey, ið fóru inn at keypa, komu á svartalistan hjá valdsharrunum. Á henda hátt viknaði fíggjarliga orkan hjá jødunum.
Og so ræðslan, húsarannsókn og týningarlegur.
Heimurin í dag er øðrvísi, men neyðugt er at vera árvakin. Altjóða felagsskapir – Amnesty International – siga frá, at ymiskt er á okkara leiðum, ið krevur bata. Kann tað hugsast, at kristnin uttan at vilja tað, hevur neiliga ávirkan á lívsumstøður fólksins. At vit einans geva teim gætur, ið eru sum vit ella samvinna við okkum.
Ein av orsøkunum til áræði, dirvi og hugin at hjálpa var kærleikin til Guðs og medmenniskjað. Trúgvin á Jesus var størri enn orð. Trúgvin fekk kropp. Tænandi hendur og føtur, ið gjørdu orð Jesu til veruleika millum neyðstødd og treingjandi.
Trúgvin fór í arbeiðsklæðir. Mong vóru týnd vegna hjálpsemi og ábøtur, ið landsins leiðsla metti sum fíggindaligt virksemi.
Ein av teimum hjálpandi, sum yvirlivdi seinra heimsbardaga, var Bertha Bracey Obe. Hon gjørdist gomul og kom á ellisheim. Hon var lívsglað og til mikla gleði fyri onnur. Starvsfólkini á ellisheiminum søgdu, at hvørja ferð tey komu á gátt, fóru tey rík útaftur.
Eitt av tænastufólkunum spurdi einaferð Berthu : “Er tað nakað, ið eg skal hava við til tygara?” Bertha, ið lá og durvaði, lat eyguni upp og segði : “Ja, ber mær góð tíðindi um mikla gleði.” 2)
Ein vitnisburður um lívsgleði, vísdóm og kraft. Hon var hugtikin av Jesusi, ið er Guðs góðu tíðindi til menniskjans stóru gleði. Amen.
Orðið : “Lat ikki hitt illa vinna á tær, men vinn tú á illum við góðum.” (Rómverjabrævið 12,21)
Jógvan Fríðriksson, biskupur
Kelda : Agnas Grunwald-Spier : “Schindlers ligemænd”, Broe 2010.
1) s. 44-45.
2) s. 34-35.
1) s. 44-45.
2) s. 34-35.