Nýtt og breiðari samstarv í Tel Aviv

Síðani 1997 hevur tað verið eitt norðurlendskt samstarv um arbeiðið í Immanuelskirkjuni í Tel Aviv, nevnt Joint Mission in Israel (JMI). Nú verður arbeitt við at víðka um samstarvið og eisini at fáa lokalar missiónsfelagsskapir í Tel Aviv við í arbeiðið.

 

Orð: Frants Jensen

22. mai hevði stýrið fyri JMI fund í Immanuelskirkjuni í Tel Aviv. Í stýrinum hava verið umboð fyri Ísraelsmissiónsfelagsskapir í Norra, Danmark, Svøríki, Finnlandi og Føroyum. Yvirritaði umboðaði Føroyar.

Nú er stýrið komið til tað støðu, at rætt er at víðka um hetta samstarvið. Tí vóru umboð fyri Jews for Jesus (Jødar fyri Jesus) í Ísrael og Bíbliufelagið í Ísrael eisini boðin við á fundin. Harafturat var eisini ein týskur Ísraelsmissiónsfelagsskapur boðin við.

Missiónsfelagsskapurin FELM úr Finnlandi, ið hevur verið við síðani byrjan, er ikki við longur. Hetta er orsaka av, at teir hava broytt teologiska áskoðan og hava sent eitt samkynt par út sum trúboðarar.

Nógvir fundir og skriv hava verið aftur og fram um hetta í stýrinum, og tað er endað við, at teir hava tikið seg úr samstarvinum. Stýrið hevur ístaðin heitt á ein annan finskan missiónsfelagsskap FLOM um at koma við, og umboð frá teimum vóru við á fundinum.

Møguleiki at vera volontørur

Fundurin var sera jaligur, og nógv hugskot vóru frammi, hvussu arbeiðið kann vera í framtíðini. Arbeitt verður nú við at fáa tær formellu avtalurnar upp á pláss.

Føroyska Ísraelsmissiónin hevur hesi síðstu árini stuðlað arbeiðinum í Immanuelskirkjuni við 25.000 krónum árliga.

Nakrir føroyingar hava eisini verið volontørar í Immanuelskirkjuni í styttri tíðarskeið. Tørvur er framvegis á volontørum, og vilja vit heita á teg, sum lesur hetta, um at umhugsa henda møguleikan og bjóða teg fram at vera volontør í Immanuelskirkjuni. Seg teg so í samband við Ísraelsmissiónina.

Mynd:
Umboð fyri stýrið fyri Joint Mission in Israel og møguligir nýggjar samstarvspartnarar á fundi í Tel Aviv. Umboðini eru úr Danmark, Norra, Finnlandi, Týsklandi, Ísrael og Føroyum.
Onnur tíðindi