Jólaheilsan frá útsendingi í Ísrael

Heilsan frá Karen Elkjær Abrahamsen, ið arbeiðir sum volontørur á Ebenezerheiminum í Haifa í Ísrael


Góđu tit øll har heima

Her í Ísrael er ikki so lætt at koma í rættuligt  jólahýri, av tí at tey flestu her ikki halda jól. Tit hugsa kanska, at tađ skuldi verið lætt, tá tú ert í landinum, har Jesus var føddur.

Flestu fólk í landinum eru jødar, og tey halda  ikki jól. Teir flestu bíđa enn eftir, at Jesus skal koma til jarđar og viđurkenna ikki, at Jesus, sum føddur var í Betlahem, var Messias, frelsari okkara.

Sum tit vita, so er ein partur av fólkinum árabar, flestu eru muslimar og drusar, og í teirra religión er Jesus ikki frelsarin. So har er einki at hátíðarhalda.

Ein lítil partur av árabiska fólkinum eru kristin. Tey flestu hoyra til tað  katólsku, ortodoksu ella anglikansku kirkjuna, og tey hátíðarhalda Jesu komu, eftir teirra siðvenju í kirkjunum. Annars er tað sum heima, dagar har familjurnar møtast, og tá árabar hava sterk familjubond, so líkist tað eitt sindur jólunum heima.

Messianskir jødar
So eru tađ teir messiansku jødarnir, tvs. jødar, sum trúgva at Jesus er Messias, Guđs sonur, frelsari okkara. Men av tí at tey eru jødar, jødakristin, so hava tey ikki siðvenju at halda jól, sum vit heima.

Har er eingin guðstænasta sum hjá okkum, við jólasálmun, og tí, sum vit forbinda við jól, tað sakni eg eitt sindur. Men í meiniheitini Beit Eliyahu har eg komi, markera tey jólini við at lesa  Jes. 9,6 á øllum tungumálum sum eru umboðað á møtinum, ta sabbatina, sum er nærmast jólunum, og tað eru rættuliga nógvar tjóðir, sum eru umboðaðar. Í ár vóni eg at verða við, so vit eisini kunna hoyra tekstin á føroyskum.

Tí barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hansara skal høvdingadømi hvíla; navn hans skal verða kalla undur, ráðgevi, veldigur Guð, ævinar faðir, friðarhøvdingi.

Jes. 9:6

Míni jól

Á Ebenezer heiminum, hátíðarhalda vit heldur ikki jól sum heima. Men undan jólum er ein fest, har vit fáa ein góðan døgurða, ein andakt verður hildin, og einir 2-3 jólasálmar verða sungnir, hettar er meira sum ein takkar fest.

Men vit voluntørar verða ikki forsømdir, tí tey vita, at flestu av okkum, eru von við at halda jól. 21. desember eru vit bjóðaðar til ein góðan døgurða hjá leiðaraparinum. Tað plagar at verða ein sera hugnalig løta, har vit syngja, hava eina andakt, spæla onkurt, fáa gávu, og annars hava tað sera hugnarligt saman.

So fara vit fimm voluntørar eisini at hava eitt lítið jólahald, væntandi jólaaftanskvøld, her í íbúðini hjá okkum. Tað plagar at verða sera hugnaligt, vit koma frá ymiskum londum, við ymiskum siðvenjum, so tað er annarleiðis og áhugavert. Mítt ískoytið hevur ofta verið dessertin, rísalamande, og so lesa vit jólaevangelið hjá Lukasi. Sjálvandi á øllum tungumálum, sum eru umboðað.

Í Haifa livir fólkiđ í sátt og semju hóast ymiskar trúarrætningar. Tey halda eina felags fest, sum líkist einum festivali, við nógvum jólapynti. Men eingin jólaboðskapur og ikki er lætt at fáa eyga á nakran eingil, bara glimmur og perur. Vónandi verður hendan støðan ikki eisini galdandi í Føroyum.

Míni bestu jól í 1999

Nakrir tankar um mína bestu jólaløtu, sum var her í Ísrael jólini 1999

Eg helt jólaaftan í Jerusalem, saman við manni mínum Pól Martin, og øðrum voluntørum í Joffi húsinum.

Tađ byrjađi viđ jólagustænastu í donsku kirkjuni í Jerusalem, eitt sindur sjálvsamt at fara í kirkju viđ jólagleđini í huga, og so rokađust fólk rundan um meg, sum um einki var hent.

Heimkomin til Joffihúsiđ fingu vit siðbundnan jóladøgurđa, sum Pól Martin hevđi fyrireika. Vit sungu jólasangir og fingu gávu, sera hugnaligt.

So kom tann stóra løtan,  minnist meg rætt umleið klokkan  23. Tá tók  Oddmar Steinhólm, sum tá starvađist hjá Ordet og Israel,  bíbliuna undir armin, og vit fóru út at ganga. Vit komu til útkantin av Jerusalem og sóu oman til Betlahem, og út yvir Betlahems fløtur.

Stađið, sum hevur verđi mær kært alt eg kann minnast. Við gleði havi eg hugsa um hirðarnar sum goymdu at seyðafylgjum sínum, og nú hugdi eg niður yvir hendan stað.

Har settust vit niđur um miðnáttina, og Oddmar las Jólaevangeliđið um hirðarnar sum goymdu at seyðafylgjum sínum.

Og sí, Eingil Harrans stóð hjá teimum, og dýrd Harrans ljómaði rundan um teir… og eingilin kungjørdi teimun tey stóru gleðiboð, sum skuldi verða fyri alt fólkið.  “Tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði… og í somu stund var hjá einglinum ein fjøld av himmalskum herskarum, sum lovaðu Guði og søgdu: Heiður verði Guði í hægsta himli, og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki. “

Og eg havi roynt at ímynda mær hendan lovsongin.

Nú sat eg so har og hugdi niður yvir staðið, har tað hendi, og eg fyltist við takksemi, tí hetta er veruliga hent ,og tað var eisini fyri meg.

Frelsarin er føddur. Lat okkum fylgja honum!

Gleðilig jól úr Haifa.
Karen Elkjær Abrahamsen

Onnur tíðindi