Karen fer til Ísraels sum volontørur

Karen Elkjær Abrahamsen av Nesi, fer til Ísraels 27. februar, har hon skal vera volontørur fyri Ísraelsmissiónina. Hon skal arbeiða á Ebenezerheiminum, sum er eitt ellisheim í Haifa, har messianskir jødar, kristnir arábarar og onnur búgva. Umframt tey staðbundnu starvsfólkini, arbeiða eisini nakrir volontørar, og Karen verður ein av teimum.
Karen hevur ofta verið í Ísrael. Bæði í kibbutz í longri tíð, og ferðast í styttri tíð. Síðst, hon var í Ísrael, var á bíbliuskeiði síðsta summar, og tá varð eisini vitjað á Ebenezerheiminum. Neistin tendraðist tá aftur hjá Karen at fara í tænastu í Ísrael í longri tíð. Hetta er nú vorðið til veruleika, og komandi viku ferð hon eftir ætlan avstað.
Í sambandi við at Karen fer til Ísraels, verður bøn fyri henni í missiónshúsinum Tabor á Toftum sunnukvøldið 25. februar klokkan 18.
Ísraelsmissiónin hevur higartil havt 22 útsendingar í styttri ella longri tíð í Ísrael.
Karen verður eftir ætlan seks mánaðir í Ísrael.

Onnur tíðindi