Tørvur á synagogu í Íslandi

Tveir amerikanskir rabbinaralesandi siga seg hava funnið meira enn 90 jødar í Íslandi og fara nú undir at útvega landinum sína fyrstu synagogu.

Berel Pewzner og Mendy Tzfasman hava verið í Íslandi í tvær vikur fyri at leita eftir jødum.

Jødadómur hevur ikki verið serliga kendur í Íslandi, men Pewzner og Tzafsman siga seg nú hava ein lista við í minsta lagi 90 nøvnum á íslendingum, sum játta seg til jødadóm, skrivar Visir.

“Vit eru stak vælnøgdir við úrlitið av leitingini,” sigur annar av teim lesandi við íslendsku avísina.

Teir báðir amerikumenninir, sum eisini hava vitjað onnur lond í líknandi ørindum, siga, at teir nú vóna at fáa grundstykki til eina synagogu og samfelagshús.

“Vit halda, at ein tørvur er í Reykjavík,” sigur Pewzner.

Hesir báðir rabbinaralesandi gingu runt í Reykjavík í apríl mánaði og spurdu fólk á gøtuni og í handlum, um tey kendu jødar í Íslandi. Fyrst fingu teir samband við 40 fólk, men tá teir so eisini lýstu eftir jødum í grein í Frettablaðnum, øktist talið, so teir nú hava funnið slakar hundrað íslendskar jødar.

Best kendi jødin í Íslandi er Dorrit Moussaieff, sum er gift íslendska forsetanum Ragnari Grímsson.

Sambært Jewish Virtual Library, sum er síða hjá amerikanskt ísraelskum samstarvsfelagskapi, er fyrsti skrásetti jødin komin til Íslandi í 1625, men hesin, pólendingurin Daniel Salomon, skifti so við og við yvir til kristindóm. Nøkur ár í 19. øld var eins og til dømis í Norra ólógligt fyri jødar at búseta seg í Íslandi, men í 1855 varð hetta bann tikið av.

Fyrsti virkni jødin búsetti seg í landinum so seint sum í 1906. Sambært Jewish Virtural Library búðu ógvuliga fáir jødar har fyri Seinna heimsbardaga. Hesir vóru stak illa móttiknir og fleir vórðu vístir av landinum.

Myndin: Rabbi Berel Pewzner, vinstrumegin, og Rabbi Berel Grunblatt avmyndaðir á Hotel Cabin í Reykjavík, har teir hildu Rosh Hashanah í septembur mánað.

Kelda: NetAvísin.fo
Onnur tíðindi