Tríggir føroyingar á bíbliuskúla í Ísrael

Í løtuni eru tríggir føroyingar á bíbliuskúla í Poriya í Ísrael. Her greiða tey trý: Sólveig Steinhólm, Leirvík, Benjamin Erlandsson Tvørfoss, Norðragøta, og Dánjal Kass Olsen, Nes í Eysturoy, frá tíðini í Ísrael

Tann 17. august byrjaðu vit á lærusveinaskúlanum, hjá danska felagsskapinum “Ordet og Israel”, her vit skulu búleikast inntil mitt í november. Vit búgva í “Det Danske Hus”, sum liggur í Poriya Illit, ið er ein lítil bygd við umleið 1.162 íbúgvum.

Poriya Illit liggur við suðurendan av Genesaretvatninum, har Jesus fyri 2.000 árum síðani undirvísti fólkinum og gjørdi fleiri undur. Tað, at vit kunnu granska bíbliuna, meðan vit síggja júst teir somu fjalltopparnir, vatn og landslag, sum Jesus sjálvur sá í sínari tíð, er nakað heilt serstakt.

Útsýni frá Poriya yvir Genesaretvatnið.

Tríggir føroyingar
Á skúlanum er pláss fyri 20 næmingum, men í ár eru vit 19 næmingar og av teimum eru vit tríggir føroyingar; Sólveig Steinhólm, Benjamin Erlandsson Tvørfoss og Dánjal Kass Olsen.

Afturat hesum hava vit tveir volontørar og eitt nýtt ungt leiðarapar, við teirra tveimum synum. Umframt hesi, fáa vit ein nýggjan undirvísara úr Danmark hvørja viku, sum tosa yvir ávís og skiftandi evnir.

Bíbliuskúlin í Poriya.


Undirvísing, andakt og bøn
Í Ísrael byrjar vikan sunnudag, sum eisini er okkara fyrsti undirvísingardagur, út av fimm. Tað er ymiskt hvussu ein skúladagur er samansettur, men sum oftast byrjar hann hvønn morgun kl.08:15, og til í seinasta lagið kl.12:05. Av tí, at vit hava eitt nýtt evni og undirvísara hvørja viku, koma vit inn á nógv ymisk áhugaverd evnir. Higartil hava vit havt um alt møguligt frá Kongabókunum, trúarlæru, sálarrøkt, gerandis sálarfrøði og mangt annað.

Umframt vanliga undirvísing, so møtast vit hvønn sunnudag fyrrapart og týsdag seinnapart, í smærri bólkum til andakt, bøn, bíbliuprát og annað tílíkt.

Undirvísing í Poriya.


Hjálpararbeiði
Vit hava tveir dagar um vikuna, ið skilja seg burturúr tí vanliga dagligdegnum á bíbliu háskúlanum.

Hvønn mánadag seinnapart gera vit hjálpararbeiði. Nøkur hjálpa í lokalsamfelagnum við praktiskum uppgávum, so sum havaarbeiði, reingerðing og annað tílíkt; nøkur vaska messianska skúlan í Migdal og nøkur vaska messianska barnagarðin í Tiberias. Eisini eru tað tvey, sum undirvísa í einum arabiskum skúla í Hamam. Hetta er eisini eitt gott høvi, til at møta teimum, sum búgva her við Genesaretvatnið, og at hoyra teirra søgur.

Hvønn fríggjadag fara vit útferðir og fáa undirvísing á teimum bíblisku støðunum kring landi. Vit hava verið runt nógvastaðni, t.d. í Kapernaum, Casserea og Nasaret.

Útferð til Kesareu við havið.


Jerúsalem
Vit hava eisini verið aðrar longri túrar, bæði saman sum skúli og meira býtt sundur í bólkar. Millum annað, vóru vit í Jerúsalem í eina viku, har vit sóu nógv av tí sum býurin hevur at bjóða. Til dømis sóu vit – leivdirnar av gamla Dávids býnum, vatnskipanina hjá Hizkia, tempulfjallið og holocaust fornminnissavni (Yad Vashem). Á hesum túri fóru vit eisini ein túr í oyðimørkina beint uttanfyri Jerúsalem, har vit svóvu undir opnum himni. Morgunin eftir gingu vit upp á Masada, og endaðu hendan túrin við at flóta á Deyðahavinum.

Í tíðini vit eru her eru tað tvey vikuskiftir, har vit ikki eru á skúlanum.

Útsýni yvir Jerúsalem.


Saman við føroyingi í Haifa
Tann fyrra túrin fóru allir næmingarnir til Haifa, sum var ein góður og avslappandi túrur. Vit føroyingarnir hittu Karen E. Abrahamsen av Nesi. Hon er volontørur í Haifa. Á hesum túrinum sluppu vit at síggja kirkjuna, sum hon kemur í. Eisini vitjaðu vit arbeiðspláss hennara ”Ebenezer senior Citizens home”.

Fýra føroyingar í Haifa. Sólveig Steinhólm, Karen E. Abrahamsen, Benjamin Erlandsson Tvørfoss og Dánjal Kass Olsen.


Hugni
Seinna túrin vóru vit ymsastaðni. Nakrir dreingir leigaðu ein bil og koyrdu runt í Ísrael, nakrar gentur leigaðu sær eitt hús við hitapotti og svimjihyli, ein fór til Tel Aviv og summi gingið runt um Genesaretvatnið, ið var ein umleið 60 km langur gongutúrur, har vit svóvu undir opnum himni.

Frítíðin verður eisini væl brúkt. Vit hava t.d. ofta verið niðri við Genesaretvatni og Jordan ánna, túrar til Tiberias, spælt spikeball, flogbólt á strondini, fótbólt við lokalum fólkið, borðspøl og mangt annað.

Sólveig Steinhólm:

Tá eg gekk annað ári á Miðnám á Kambsdali, valdi eg at melda meg til “Discipeleskolen”. Soleiðis at eftir summarferðiuna, tá eg var liðug í student, so fór eg til Ísrael. Eg valdi at fara til Ísrael, tí eg kenni eina gentu sum hevur verið her, og sum dámdi sera væl. Ein onnur orsøk var, at eg vildi sleppa at síggja tað landið, ið Bíblian tosar um. Tey flestu støðini, ið ein lesur í Bíbliuni eru í Ísrael, og á “Dicsipelskolen” hava vit fingið júst tað høvi at síggja mong av teimum støðunum, ið Bíblian talar um. Tað hevur eisini verið við til at gjørt alt, sum eg nú lesi í Bíbliuni, meira realistist.

Tíðin her á skúlanum, hevur verið ógvuliga góð og mennandi, á tann hátt, at vit hava lært nógv nýtt um Guds land, fólk, orð og o.a.. Eisini hava vit fingið fleiri nýggj vinfólk, við sama endamálið, har vit hava uppliva nógv gott saman, teir tríggjar mánaðirnir vit hava verið her. Tí vil eg 100% viðmæla øðrum ungum, at fara til Ísrael á “Discipelskolen”.

Benjamin Erlandsson Tvørfoss.

Benjamin Erlandsson Tvørfoss:

Aftaná at hava gingið í skúla í 13 ár og verið í bankalæru í 2 ár, hevði eg hug at royna okkurt annað. Ísrael hevur altíð havt nógv at siga fyri meg. Vit hava tosað nógv um landið og týdningin av tí í ætlanini hjá Gudi og so hava vit verið og vitjað her sum familja fleiri ferðir. Eg hevði hoyrt um “Ordet og Israel” og visti um tilboðini tey hava til bæði yngri og eldri. Tað vóru serliga tvey tilboð, sum eg var áhugaður í; tey vóru “Yad Va Lev”, sum er hjálpararbeiði í Jerusalem og “Discipelskolen”.

Eg valdi at søkja inn til discipelskolen, tí at eg vildi kenna Gud og Bíbliuna betri. Hesir tríggir mánaðirnir við undirvísing hava givið mær eitt gott innlit í Bíbliuna, bæði Nýggja og Gamla Testamenti. Tað hevur verið nakað heilt serligt, at vit hava kunnað lisið um ymiskt og fingið undirvísing um tað og so samstundis kunna farið til støðini, har hendingar fóru fram. M.a. hava vit lisið og fingið undirvísing frá sunnudegi til hósdag og fríggjadag fóru vit á tey bíbilsku støðini, sum vit høvdu havt um.

So ein avgjørd styrki at vera á hesum skúlanum er, at vit bæði fáa ástøði og síggja tey nógvu spennandi støðini, har hendingarnar vóru. Eg hevði avgjørt viðmælt øllum ungum at royna skúlan her.

Dánjal Kass Olsen:

Eg var nógv í iva um hetta var akkurát tað, sum eg skuldi seta tríggjar mánaðar av mínum sabbatsári av til. Men eg kann bara hyggja afturá hesa tíð við takksemi, at eg tók hesa avgerð. Fyri meg, hevur tíðin her verið avbera góð, gevandi og uppbyggjandi higartil, og vóni at tann síðsta tíðin verður eins góð.

Eg skrivaði breytarverkætlan á miðnám, um tað spentu støðuna millum Ísrael og Palestina. Hetta, og annað, var við til at økja mín áhuga fyri Ísrael og fólkinum her. Eg gjørdist púra bergtikin av søguni hjá Ísrael, tí jødiska fólkinum, Palestina og leiklutin hjá tí arabiska heiminum í miðeystrið. Og samstundis, sum eg hevði Jesus í tonkunum, meðan eg skrivaði hesa uppgávu, gjørdist tað bert meira viðkomandi og áhugavert. Tískil vórðu mínar vónir rættuliga høgar, men uppihaldið hevur liva upp til allar vónir og meira afturat.

Ísrael er eitt framúrskarandi land, við vakrari náttúru og einum ómetaliga hjartagóðum og fyrikomandi fólki. Eitt sum hevur havt stóra ávirkan á meg, hevur verið at sæð, hvussu eitt land og fólk, við so nógvari ymiskari mentan og trúargreinum, klárar at liva og arbeiða saman við virðing fyri hvørjum øðrum. Vit hava haft nógvar góðar upplivingar, bæði frá undirvísingini, felagsskapinum, túrum sum til Jerúsalem, frítíðini og øðrum.

Eitt eg eri vorin sera glaður fyri, eru hesar útferðirnar vit fara hvørja viku. Tað at vit kunnu fara út og lesa ein tekst úr bíbliuni og fáa undirvísing ”on location” Vit fáa støðiskunnleika og landafrøðiligt baksýni, sum gevur nakað heilt serligt og sum er torført at endurskapa í Føroyum.

Tískil vil eg viðmæla øðrum, ið hava tíð og áhuga, at fara á henda skúla, at granska Bíbliuna í tí heilaga landinum.

Shalom hiðani úr Poriya.

Vh. Sólveig, Benjamin og Dánjal

Onnur tíðindi